Lýsing
Hevur tú sera fínt hár, ið lættliga kann síggja flatt og keðiligt út? So kanst tú við ingredien® Volume Shampoo hjálpa hárinum at fáa meira fyllu og síggja frískari út. Hetta sjampoið inniheldur styrkjandi evni so sum protein frá quinoaplantuni. Proteinini fara inn í hárleggirnar, endurnýggja og styrkja teir.
Umframt styrki inniheldur sjampoið eisini vætandi evni so sum glyserin. Samansetingin av styrki og vætu ger, at hárleggirnir verða lyftir upp frá hárbotninum, og hárið verður sunnari og sær sostatt tjúkkari út.
Volume Shampoo er svanamerkt.