Lýsing
Vilt tú geva turra hárinum góða røkt?
ingredien® Soft Shampoo er serliga væl egnað til turt og/ella natúrlig krúllut hár.
Fønar ella slættar tú hárið ofta, so missir hárið við tíðini vætu. Hetta kann eisini henda av sær sjálvum, serliga tá tú hevur natúrligar krúllur. Tí er umráðandi at røkta hárið, so tað ikki verður ov turt og oyðilagt. Hetta er eisini galdandi, ynskir tú at fáa longri hár.
ingredien® Soft Shampoo er svanamerkt og inniheldur nógv góð evni bæði til hárið og hárbotnin. Eitt av hesum er jojobaoljan, sum gevur vætu til hár og hárbotn og ger hárið bleytt. Eisini verður hárið lættari at fáast við.