ORANGE SHAMPOO – UTTAN PARFUMU

ORANGE SHAMPOO – UTTAN PARFUMU

279,00 kr.

Hevur tú reydligt hár, og manglar tú eitt sjampo, sum kann varðveita litin?

Categories: , ,

Lýsing

Hevur tú reydligt hár, og manglar tú eitt sjampo, sum kann varðveita litin?  Við ingredien® Orange Shampoo kanst tú gera júst hetta. Hetta sjampoið kann nýtast bæði til tað litaða og tað nátúrligt reydliga hárið.

Kundi tú hugsað tær at givið hárinum ein meira reydligan og heitan dám? So kann hetta sjampoið eisini nýtast til tað.

Reyðu litevnini (pigmentini) seta seg á hárleggirnar og eru við til at varðveita litin. Eisini gevur sjampoið góða røkt til hárið og hárbotnin.

Góða røktin kemur frá eitt nú jojobaolju. Jojobaoljan gevur bæði føðslu og syrgir fyri, at hárið verður bleytt. Í samspæli við restina av innihaldinum, verður nátúliga vætujavnvágin so líðandi endurnýggjað.

Hetta gevur tær eitt sunnari og frískari hár, tá tú hevur vaskað tað. Og av tí at sjampoið ger hárið bleytt, so verður tað strýggjuta hárið lættari at fáast við.

Fyri at fáa besta úrslitið viðmæla vit, at tú koyrir sjampoið í alt hárið, og møguliga letur tað virka í upp til 10 minuttir. Síðani skolar tú allar restirnar úr við heitum vatni.

Vilt tú hava eina meira styrkjandi og vætugevandi røkt til hárið, so kanst tú kombinera títt sjampo við ingredien® Soft Conditioner. Hetta balsamið gevur eisini góða røkt og vætu til hárið og gevur sostatt ta fullkomnu samansetingina av røktandi evnum, sum títt hár hevur tørv á.

Aðrir upplýsingar

Við ella uttan perfumu

Við perfumu, Uttan perfumu