Flatur puturkustur

Flatur puturkustur

199,00 kr.

Bustarhøvdið er gjørt úr sera bleytum geitarhári. Við flatum toppi, sum gevur sera gott tamarhald á leysa putrinum. Blandar putrið lættliga inn í húðina og gevur eitt dekkandi, men natúrligt úrslit.

 

Categories: ,

Lýsing

ZENZ SMINKUBUSTIR & KUSTAR
Zenz sminkubustir og -kustar eru úr bestu góðsku og geva eitt professionelt og haldgott úrslit. Bustarhárini eru gjørd úr ektaðum ella syntetiskum hári, sum halda í fleiri ár við røttu røktini. Okkara royndir siga, at natúrhár hóska best til puturprodukt, og syntetisk hár hóska best til flótandi produkt.

 

Zenz flatur puturkustur
Bustarhøvdið er gjørt úr sera bleytum geitarhári. Við flatum toppi, sum gevur sera gott tamarhald á leysa putrinum. Blandar putrið lættliga inn í húðina og gevur eitt dekkandi, men natúrligt úrslit.

Fyri at fáa besta úrslitið við Zenz mineralfoundation, bronzer og blush í leysum puturformi, viðmæla vit at brúka antin Zenz kabuki-kustin ella flata puturkustin.

Tað er umráðandi javnan at vaska sminkutól, og nýtir tú tey dagliga, viðmæla vit, at tú vaskar bustirnar uml. eina ferð um vikuna. Allar bustir kunnu vaskast við heitum vatni og mildari, svanamerktari sápu ella sjampo. T.d. Zenz Organic Hair Pure Shampoo no. 01, sum er uttan parfumu.