Lýsing
ZENZ SMINKUBUSTIR & KUSTAR
Zenz sminkubustir og -kustar eru úr bestu góðsku og geva eitt professionelt og haldgott úrslit. Bustarhárini eru gjørd úr ektaðum ella syntetiskum hári, sum halda í fleiri ár við røttu røktini. Okkara royndir siga, at natúrhár hóska best til puturprodukt, og syntetisk hár hóska best til flótandi produkt.
Zenz dupultur eygnaskuggakustur
Bæði bustarhøvdini eru gjørd úr ektaðum, bleytum soplahárið úr bestu góðsku. Tann spíski kusturin er serliga egnaður at leggja eygnaskugga ella eygnarandara (eyelinara), har tað krevur neyvleika. Tann breiði, flati kusturin kann brúkast til at leggja ein lættan eygnaskugga á alt eygnalokið ella til at káma eygnarandara ella yvirgongu millum ymiskt littar eygnaskuggar.
Tað er umráðandi javnan at vaska sminkutól, og nýtir tú tey dagliga, viðmæla vit, at tú vaskar bustirnar uml. eina ferð um vikuna. Allar bustir kunnu vaskast við heitum vatni og mildari, svanamerktari sápu ella sjampo. T.d. Zenz Organic Hair Pure Shampoo no. 01, sum er uttan parfumu.