Permanent Makeuplætt og litríkt
Endamálið við permanent makeup er at framhevja og rætta natúrligu brøgdini og til at gera arr minni sjónlig.
Tað er ikki meiningin, at permanent makeup skal setast ístaðin fyri smyrsl, men hjálpa tær í gerandisdegnum. Litirnir eru fleiri, vit velja tann, sum hóskar best til tín.
Long time liner-hátturin er tann fremsti á altjóða marknaðinum, tá talan er um permanent makeup. 100% natúrliga framleiddir minerallitir verða brúktir.
Litirnir eru ovurviðkvæmisroyndir og egna seg eisini til viðkvæma húð.
Arbeiðsháttur
Brýr ella varrar verða fyrst teknaðar upp við einum makeup-blýanti. Tá upptekningin er góðtikin, fara vit í gongd við sjálva tilgongdina.Eitt serstakt tól verður brúkt til viðgerðina. Permanent makeup verður ført 0,2 til 0,5 mm inn í tað uttasta húðarlagið, og heldur tí upp til 5 ár. Í hvørjari viðgerð verður doyvandi evni brúkt, fyri at linna um, tí tað kann blíva eymt. Vit ynskja eina viðgerð, sum er næstan pínuleys.Pensilin fylgir eygnaskapinum ella varraskapinum og kann eftir ynski gerast breiðari. Vippurnar síggja tættari út eftir viðgerðina.
Hesi velja permanent makeup
- tey, ið ynskja ein lættari gerandisdag
- fólk, sum íðka nógvan ítrott
- karrierufólk
- lesandi
- tey, sum hava nógv um at vera – og tey, sum ikki hava skund
- fólk við Alopecia (vantandi hárvøkstur)
- tey, sum mangla hár á vippum og brúm, t.d. tí tey hava arr
- fólk, við arri á vørrini.
Súsanna Køtlum hevur gjørt permanent makeup við Long Time Liner síðan 11.08.2005