Lýsing
Slættar tú ofta hárið, ella vilt tú bara geva hárinum eyka røkt? So er ingredien® Hair Snap Leave In Conditioner rætta produktið til tín. Tað er serliga ment til hár, sum bæði hevur tørv á proteinum og vætu.
Tí er Hair Snap Leave in Conditioner serliga vælegnað til kemiskt skatt hár og til hár, har smidleikin ikki er í javnvág. Eisini er hetta balsamið væl egnað til fínt og viðbrekið hár.
Hair Snap hevur eina rúgvu av gagnligum og styrkjandi evnum, sum m.a. protein úr quinoa. Protein eru týdningarmiklir byggisteinar í hárinum, og tað ger hárið meira mótstøðuført, tá tað verður kemiskt viðgjørt ella t.d. slættað/krúllað við hitaamboðum.
Er hárið kemiskt skatt, ella er smidleikin í ójavnvág, so kann Hair Snap Leave In Conditioner hjálpa tær. Leave In balsamið er eitt gott ískoyti til títt vanliga sjampo og balsam.
Hair Snap Leave In Conditioner er Svanamerkt.