ZoneterapiViðgerð og vælvera
Zoneterapi er ein viðgerðarháttur, har terapeuturin við at trýsta á ávis punkt undir fótinum betrar um støðuna eitt annað stað í kroppinum. Ástøðið byggir á ta sannroynd, at allur kroppurin kann síggjast sum speglaður í lutarøki á fótinum, sum samskifta og samspæla við heildina.
Zoneterapi kann ikki lekja, men styrka likam og sál og linna hjáárin.
Zoneterapi kann sostatt nýtast bæði til viðgerð og til vælveru.
Zoneterapi er útreinsandi og tí serliga vælegnað til nútímans lívsstílssjúkur, har tað sjáldan er talan um eina ávísa orsøk – eina ávirkan, men heldur fleiri ymiska ójavnvág. Tí er zoneterapi ein sera vælumtóktur viðgerðarháttur.
Súsanna Køtlum er útbúgvin zoneterapeut.